Dátuverndarkunning
1 Innleiðsla
P/F Luna (“Luna”, “Hiddenfjord”, “vit”, “okkum” ella “okkara”) hevur skyldu til at tryggja trúnað, rættleika og atgongd á upplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk, undir hesum eisini persónupplýsingar. Hiddenfjord tekur dátuvernd í størsta álvara og arbeiðir áhaldandi fyri at verja persónupplýsingarnar við at raðfesta KT-trygdina og tryggja, at vit halda dátuverndarlógina.
2 Okkara viðgerðir
Niðanfyri er ein lýsing av hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, og hvat endamálið er við viðgerðini, umframt hvør heimildin er fyri einstøku viðgerðunum.
2.1 Starvsumsóknir
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir starvsfólki, undir hesum fyri at kunna viðgera starvsumsóknir og meta um tínar førleikar fyri at kunna røkja eitt ítøkiligt ella komandi starv.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu fylgja einum heimilaðum áhugamáli í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknini sambært § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Tey skrásettu: Vit skráseta upplýsingar um tey, ið søkja starv hjá okkum. Vit kunnu eisini kanna og skráseta onnur, ið vit meta vera áhugaverd sum eitt komandi starvsfólk hjá okkum.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur, umframt aðrar upplýsingar viðkomandi sendir okkum, t.d. umsókn, CV, prógv, heilsuváttanir, tilvísingar, viðmæli.
Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá umsøkjara. Vit kunnu í sambandi við setanartilgongdina leita eftir alment atkomuligum upplýsingum á alnótini umframt á sosialu miðlunum. Upplýsingarnir kunnu eisini koma frá møguligum triðjaparti, ið hjálpur okkum í starvssetanartilgongdini.
Varðveitslu tíðarskeið: Um umsøkjarin ikki verður settur, verða upplýsingarnar varðveittar upp til 12 mánaðir, roknað frá endanum av umsóknarfreistini, ið var lýst í starvslýsingini. Biðið verður um samtykki til at varðveita upplýsingarnar.
Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.
2.2 Fyrisiting av kundaviðurskiftum
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv og selja kundanum okkara vørur.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið at kunnu røkja okkara kundasamstarv og menna okkara vørur grundað á tørvin og væntanir hjá kundanum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Tey skrásettu: Kundin umframt starvsfólk hjá kundanum.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar so sum navn, telefonnummar, teldupost, starvsheitið við meira.
Kelda: Upplýsingar koma frá kundanum.
Varðveitslu tíðarskeið: Vit varðveita upplýsingar í 10 ár, at rokna frá endanum av árinum við seinasta kundasamstarvinum/veitingini. Í ávísum førum kunnu serlig viðurskifti tala fyri, at upplýsingarnar verða varðveittar í longri ella styttri tíðarskeið.
Kontakt upplýsingar hjá fyrrverandi starvsfólkið hjá kundanum, verða strikaðir so skjótt vit eru kunnaði um, at viðkomandi ikki longur starvast hjá kundanum.
Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.
3 Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum Hiddenfjord hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Um tú ynskir, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, at vit avmarka viðgerðina av tínum persónupplýsingum, ella tú ynskir at nýta tín rætt til dátuflutning, ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum.
Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
4 Broytingar í hesari dátuverndarkunning
Vit gera leypandi eina endurskoðan av dátuverndarkunningini fyri at staðfesta, um hendan skal dagførast ella tillagast.
Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd, tann 22.03.2022.
5 Samband
Um tú ynskir at nýta tín rætt, sum lýst omanfyri, ella um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella hesari dátuverndarkunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
P/F Luna
FO-510 Gøta
+298 662100
mail@hiddenfjord.com (heiti á teldupostinum skal vera “til dátuverndarfólkið”)
6 Kæra
Um tú ynskir at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost á mail@hiddenfjord.com og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá dátueftirlitinum www.dat.fo